Hamferð – Fylgisflog Lyrics

Rock

Fyrigev marr hesarverndarlótir mínar um skirvið vald
Dom ei mítt lagnufall
Tí vanstýrd er mín ævi og rásin feig

Bíti fast
Sokki
Smakki jarn
Í míni bon: Guð faðir goym mítt barn

Um sýnislut, illgresi lík, veksur ein klovin vón um sælu
Oyðin, ber og uttan svar

Toygt roð um orgrynnu
Har øll heimsins arr dvolja
Vovin inn í slógv og falslinna
Ýlsins upphavsoyggi trekan sokkur

Lat mærr búna tín
Bert eina stund títt flog

Títt íshvíta flog
Eygað, eitt vetrarhjarta
Í bergmáli eitt skróvturt gorr
Knasandi sum glerið, ið, gleppur undan mær
Ævisfall
Eg klóri eftir føstum, fingrar brotna
Nú dregur grund
Í sýni oyggin mikla upp letur sjúka favn

Lat mær búna tín
Bert eina stund títt flog
Um verold breiði limir
Hvors fjaðrar loyva mær
Bert eina stund at fylgja honum
Á leið inn í ævinleikan

Comments (0)