Gerist bjartskygd
Tá stendur á dimminum
Og lógvin brýtur

Satt er tað
Tú rak um nes, bar við sand
Tveitti kloddar upp á turt
Fanst heim til mín

Eg havi trúð
Eg havi sæð
Eg havi trúð
Eg havi sæð

Dreygarnir dansa tá kvirran tekur blotan
Neyvan komast teir við mín boga
Dreygarnir svíva har hvaðan támið stavar
Bíða blotanum á
Eymka seg hvørja nátt
Hvirla yvir kalda royggið
Teimum beri eg kvøl til linna

Comments (0)