Eivør – Sum sólja og bøur Lyrics

Folk

Hann angar sum sólja og bøur
Sum tað bláa hav
Hann sigur tær vakrastu søgur
Tá sól er farin í kav

Hann droymir teir vakrastu dreymar
Hvønn tann einasta dag
Droymir seg burt
Um dalar og heygar
Støð tú ei hevur sæð

Á, um bert ein dag
Eg kundi flogið avstað við tær
Men vit hittast bara
Tá ið eg blundi
Í náttardreymum hjá mær

Nú komin er kvøldarstund
Eg droymi meg burt til tín
Og eg sovi mín søta blund
Tú ert fagrasti dreymur mín

Á, um bert ein dag
Eg kundi flogið avstað við tær
Men vit hittast bara
Tá ið blundi
Í náttardreymum hjá mær

Á, um bert ein dag
Eg kundi flogið avstað við tær
Men vit hittast bara
Tá ið blundi
Í náttardreymum hjá mær

Nú komin er kvøldarstund
Eg droymi meg burt til tín
Og eg sovi mín søta blund
Tú ert fagrasti dreymur mín

Comments (0)