Hon rísur upp úr gróti
Úr loyndarmáli
Sum var hon júst upprisin
Úr vátari, frystari jørð

Eitt loyndarmál so stórt
Er hon
Tað tú aldri hevur gjørt
Er hon

Hon bíðar, til vit duga at lurta
Vit mugu lurta
Hon grætur og skolar eyguni burtur
Vit mugu lurta

Vilt tú loyva henni inn?
Vil hon?
Inn ímillum holds og skinn
Er hon?

Vilt tú loyva henni inn?
Vil hon?
Inn ímillum holds og skinn
Vil hon?

Comments (0)